Myndir: NePtuN heiðraður og urguverk frumframført í Vágs Kirkju

Sunnudagin 23/2-2020 var nógv fólk samankomið í Vágs Kirkju. Heiðursløta var í samband við, at skaldið NePtuN, Niels Petur Nolsøe, fylti 75 ár.

 

Jóannes Nolsøe hevði tikið stig til at heiðra skaldið Niels Petur Nolsøe, NePtuN, á 75 ára degi hansara. Umframt var eisini frumframførsla á skránni av urguverki eftir Sunleif Rasmussen, sum Jóannes Nolsøe hevði bílagt vegna kirkjukórið Ljóm. Hetta í samband við, at Vágs Kirkja og Ljómur í fjør fyltu 80 ár.

 

Kendur er NePtuN sum táttayrkjari og skemtari, ikki minst til nýggjársveitslur í Vági, men eisini hevur hann yrkt sálamr og sangir og týtt til føroyskt. Serliga er tað heimliga umhvørvið og náttúran, ið eru íblástur, tá NePtuN festir orð á blað.

 

Ljómur sang undir leiðslu av Jóannes Nolsøe. Ásgerð Stenberg Olsen sang solo. Hon er við sínum 13 árum yngsti limur í Ljómi.

So varð nýggja urguverkið á skránni.

Sagt varð, at hetta var bundin uppgáva, og at lurtar ein væl, so hoyrast aftur íblástur úr Grindavísuni og úr Lov og tøkk. Jóannes Nolsøe spældi eisini hesi brotini, meðan greitt varð frá, so lættari var at fylgja við. Jóannes Nolsøe framførdi urguverkið Kirkjuljómur.

Teir tríggur høvuðpersónarnir henda søguliga seinnaprt komu síðani fram í kór, Niels Petur Nolsøe, Sunleif Rasmussen og Jóannes Nolsøe, og fjøldin heiðari teimum við lógvabrestum og teir fingu blómur.

##med2##

##med3##

##med4##