Myndir: Nógv fólk á samfelagsstevnu

Um vikuskiftið var samfelagsstevna í Høllini á Hálsi í Havn. Hesaferð varð meira gjørt burturúr familjutiltøkum, men annars vóru tað tey meira siðbundnu møtini, ið vóru høvuðsinnihaldið um vikuskifti

– Í fjør byrjaðu vit við at hava hoppiborg, men í ár gjørdu vit enn meira burturúr við at hava kafe leygardagin, so at samstundis sum børnini stuttleikaðu sær, kundu tey vaksnu práta og hugna sær við kaffi, vaflum og øðrum góðum. Sum nakað nýtt høvdu vit eisini eitt familjumøti leygardagin, ið savnaði nógv fólk. Skráin líkist annars henni, ið hevur verið undanfarin ár, sigur sigur Jóhann J. Petersen, ið er ein av ábyrgdarpersónunum í Ebenezer, og sum eisini hevur verið við til at fyrireika samfelagsstevnuna.

Lesið meira í Sosialinum, ið er at fáa í sølubúðum kring landið.

Myndir frá samfelagsstevnuni síggjast her.

##ms##