Myndir: serstakur dagur á Ítróttaháskúlanum

Ítróttaháskúlin í Suðuroynni  hevur, sum mongum kunnugt, mangan avbjóðandi skrá til næmingarnar, ið ofta er avbjóðandi kropsliga. 

Men dagurin í dag var ein øðrvísi dagur, men tó spennandi.

Í dag hevur verið ein hendingaríkur dagur, har næmingarnir hava verið deildir út á nógvar ymiskar postar. Næmingarnir hava millum annað garvað skinn, gjørt rullu- og blóðpylsu, sviðið seyðarhøvd, róð kajakk og árabát, verið stimitúr og runnið niðan á Eggjarnar við plattum, skrivar Ítróttaháskúlin á sínum facebook vanga.

Fleiri myndir eru á facebook vanganum hjá skúlanum.

Jóni Brandsson Christiansen tók myndirnar.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##