Tá tað er brim í Skopun, er hvør túrur ein avbjóðing hjá skipara og manning. Hetta er ikki ringasta løtan at sigla inn á Pollin.

Myndir: Skopun er brimpláss

Tað er ikki altíð so tespiligt hjá skiparanum á Teistanum at sigla skipið inn í Skopunar havn.

Tá tað er brim í Skopun, er hvør túrur ein avbjóðing hjá skipara og manning. Hetta er ikki ringasta løtan at sigla inn á Pollin.

 

Viðheftu myndir eru tiknar í Skopun um 08-tíðina í gjáramorgunin, tá Teistin á fyrsta túri av Gomlurætt var á veg inn aftur í havnina í Skopun til túrin klokkan 08.10.

Hvørki veður ella brim var av tí ringasta hesa løtu, og skipið kom eisini trygt inn á Pollin og til bryggju, soleiðis at ferðafólk og akfør sluppi í land og umborð.

Teistin sigldi seinasta túr av Gomlurætt í gjár klokkan 15.50. Síðan var eingin sigling restina av seinnapartinum og kvøldinum. 

Í morgun hevur heldur eingin sigling verið um Skopunarfjørð vegna veður, og fyrsti túrur hjá Teistanum í morgun verður úr Skopun klokkan 10.30.

##med2##

Skopun er brimpláss, og tað ger umstøðurnar hjá skipi og manning nógv truplari, at einki verjugrót er eftir á ytru síðu á norðara pieri. 

Verjugrótið, sum her hevur ligið, er minkað burtur í einki, og hetta ger, at tað er betong, sum tekur ímóti alduni, sum soleiðis slær nógv harðari og ger umstøðurnar truplari.

At so partur av tí gróti, sum her lá, er endaður í innsiglingini, ger umstøðurnar hjá skipara og manning ivaleyst upp aftur truplari, tá siglast skal inn í Skopunar havn.

##med3##

##med4##

 

 

 

 

Tá tað er brim í Skopun, er hvør túrur ein avbjóðing hjá skipara og manning. Hetta er ikki ringasta løtan at sigla inn á Pollin.

Nú verjugótið er burtur, liggur norðari pierur ofta undir í sjógvi.

Við lítlum og ongum verjugróti, slær aldan harðari móti brimgarðinum og skipinum.

Hevur skiparin fyrst tikið avgerð um at sigla inn á Pollin, kann avgerðin ikki broytast.