Myndlist nethandil og kalendarakapping

Á nýggja nethandlinum hjá Myndlist, www.myndlist.fo, er nú møguleiki fyri at keypa listavørur, rammur og annað heimanífrá. Og vørurnar verða koyrdar til dyrnar ókeypis í mars og apríl.
Myndlist bjóðar eitt stórt úrval av millum annað listavørum, rammum og listaverkum. Dentur verður lagdur á, at góðskan er høg og at úrvalið er nøktandi. Eisini veitir Myndlist góða ráðgeving innan allar sínar vørubólkar.

 

##med2##
Kalendarakapping
Nú nógv sita heima vegna smittuvanda, ynskir Myndlist at geva øllum møguleikan at finna síni listarligu evni fram. Í hesum sambandi verður skipað fyri kalendarakapping, har øll eru vælkomin at verða við í kappingini um at fáa sítt listaverk við í Myndlist kalendaran 2021, sum verður útgivin seinni í ár. Myndlist kalendarin er snøggur, úr góðsku pappíri og við einum listaverki fyri hvønn mánaða. Sostatt verða heili 12 ymisk listaverk útvald. Hesi listaverkini verða eisini prentað sum plakatir og verða til sølu í Myndlist. Umframt heiðurin at fáa sítt listaverk í kalendaran og sum søluplakat, fáa vinnararnir 4 eintøk av kalendaranum og 10 stk. plakatir av sínum listaverki í vinningi.
Mynd av listaverki skal sendast til:
kapping(at)myndlist.fo
Upplýs í teldupostinum:
Navn, telefonnummar og teldupost umframt heiti og stødd á listaverki og hvørjum tilfari listaverkið er gjørt úr.
Freistin at senda inn er týsdagin 2. juni 2020.
Einasta treyt er, at listaverkið er gjørt úr listavørum og við amboðum, sum Myndlist umboðar.

 

##med3##
Keyp á www.myndlist.fo
Vegna tilmæli frá landsins myndugleikum um at minka smittuvandan fyri COVID-19, hevur Myndlist avgjørt at lata aftur í dag, 21. mars, kl. 14.00 og fyribils at steingja handilin. Tó ber til at keypa vørur í gjøgnum nýggja nethandilin.
Til ber eisini at venda sær til Myndlist á tel. 259505 og á myndlist(at)myndlist.fo umframt á Facebook síðuni hjá Myndlist.

 

##med4##