Næmingaheimið, sum verður bygt til ítróttaháskúlan í Suðuroy, verður klárt at taka í nýtslu um einar 6-7 vikur.
Hetta skrivar Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, á sínum facebook vanga.
Heimið verður bygt við Sandin í Vági.
Við hesum fær Ítróttaháskúlin framúr umstøður og ikki minst fær býurin eitt nýtt prýðiligt "local landmark", sum Mayfinn Norðoy hevur teknað, skrivar Dennis Holm.
Tað eru 4 ár síðani Ítróttaháskúlin byrjaði.
Tað er Bústaðir, sum letur næmingaheimið byggjað, og byggifyritøkan Norcon byggir næmingaheimið.
Spakin varð settur í á hátíðarløtu í apríl í fjør og síðani varð økið planerað og farið varð undir at byggja í august.
Í næmingabústaðinum verður 24 kømur, sum eru ætlaði til tveir ella tríggjar næmingar, alt eftir hvør aldursbólkurin er. Harumframt verður eisini stórur matarsalur, arbeiðsrúm til næmingar, uppihaldsrúm, skrivstova, køkur o.s.fr.
Á takinum er flag og jarngarður rundan um, so til ber at fara á takið í góðverðri.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##