Næmingar funnu kips pakka frá 1993 í náttúruni

Kips pakkin gekk út fyri 26 árum síðani, men hann var nærum óbroyttur

Í farnu viku høvdu næmingarnir í 1. til 7. flokki á Skúlatrøð í Klaksvík undranardagar. Skúlin leggur dent á at fáa næmingarnar at undrast og spyrja, fyri síðani at søkja sær svar uppá undranina og spurningarnar. Evnið hesaferð var: Havið, náttúran og plast.

 

- Ein partur av hesum døgunum var finna rusk, sum síðani skuldi nýtast til at gera ein stóran hval. Í hesum sambandi funnu næmingarnir ein kips-pakka, har innihaldið helt sær til 23. juli 1993. Men hóast fleiri enn 26 ár er gingin síðani kipsið ikki helt sær meira, er pakkin nærum óbroyttur. Hetta undraðust næmingarnir á, sigur Magn Foldbo, skúlastjóri á Skúlatrøð.

 

- Eftir hesar dagarnar fingu næmingarnir eina ítøkiliga fatan av, hvussu leingi sumt burturkast dálkar náttúruna. Eisini høvdu tey nógv hugskot til, hvussu vit hvør í sínum lagi kunnu avmarka dálkingina. Dagarnir eydnaðust sera væl, verður sagt á Skúlatrøð.