Næmingar hoyra um fólkadráp

Undir heitinum “Ongantíð aftur” bjóða Nám og Amnesty International Føroyar í januar og februar í ár næmingunum í hádeildini kring landið ein dupulttíma við fyrilestrum um Holocaust (jødatýningina) og fólkadráp

Orsøkin er, at liðin eru 75 ár síðan týningarlegurnar Auschwitz-Birkenau vórðu fríaðar, og í ár er fyrstu ferð, at altjóða dagur til minnis um Holocaust verður hildin í Føroyum 27. januar, soleiðis sum Føroya løgting hevur samtykt. Álagt er Námi at skipa dagin, sum verður hildin um hetta mundið á hvørjum ári.

Nám og Amnesty International Føroyar bjóða tí skúlunum eitt tiltak, har serliga verður hugsað um næmingarnar í hádeild. Tiltakið, sum varir 90 minuttir, er fyrrapart klokkan 9:00-10:30, skrivar Skúlablaðið.

Innihaldið er fyrst fyrilestur við Rólandi og Elsu í Skorini, sum bæði fara at tosa um jødatýningina. Í seinnu hálvu fer Heini í Skorini at tosa um fólkadráp í nýggjari tíð og um mannarættindi.

Vístir verða tríggir nýggir føroyskir stuttfilmar, sum Nám hevur gjørt um Holocaust á temasíðuni á undirvísingarportalinum Snar. Filmarnir verða frumsýndir í sambandi við hetta tiltak.

Málbólkurin er hádeild, tað er frá 7. flokki til og við 10. flokk, og skúlarnir mugu melda seg til tiltakið.