Næmingar og starvsfólk flutt úr Glasi

Triðju ferð síðan skúlaársbyrjan

Enn einaferð eru allir næmingar og starvsfólk á miðnámsskúlanum Glasir í Havn rikin út úr bygninginum, aftaná at eldávaringin í skúlanum fór frá og bað fólk um at fara út skjótast gjørligt.

Tá Miðlahúsið fekk orð á Steinbjørn Hardlei, fyribils rektara á Glasi, vóru øll starvsfólk og næmingar komu úr bygninginum og bíðaðu at sleppa inn aftur.

- Ávaringarskipanin for frá, men vit vita ikki heilt hví. Øll eru komin út í øllum góðum og einki álvarsamt tykist at vera í vási, men vit kanna málið nú, sigur Steinbjørn Hardlei.

##med2##

Hetta er triðju ferð síðan skúlaársbyrjan í august, at neyðugt hevur verið at tømt bygningin vegna ein alarm. 23. september blivu øll fólk flutt úr bygninginum orsaka av einum falskur alarmi, og 11. oktober bleiv bygningurin aftur tømdur, tí roykur í køkinum gjørdi at ávaringin fór frá.