Nærkast aftur "magiska" talinum

Hetta verður helst triðja árið á rað, at talið av skipum á Fuglafirði verður størri enn túsund

 

 

 

 

Tað var í 2017, at Fuglafjarðar havn náddi magiska talinum á 1000 skip í einum ári. Hetta árið gjørdist skipatalið nevniliga 1051, áðrenn árið var úti.

Árið eftir – í 2018 – fór talið eisini upp um tey 1000, tí tá komu og fóru tilsamans 1006 skip í Fuglafirði.

Aftur í ár er líkt til, at magiska talið verður rokkið, tá vit koma longur út á árið. Rólant Højsted, havnameistari, sigur, at í løtuni nærkast tey talinum 800, tó at næstan tríggir mánaðir eru eftir av árinum.

- Jú, tað bendir alt á, at 2019 eisini verður eitt ár við fleiri enn túsund skipum.

Seinnu árini er bruttotonsatalið eisini vaksið á hvørjum ári. Tað merkir, at skipini, sum koma á Fuglafjørð, eru vorðin størri og størri.

- Ein orsøkin er, at fleiri stór skip koma á Fuglafjørð at bunkra nú enn áður, og haraftrat hevur meira verið avskipað um bryggjukantin.

Rólant Højsted, havnameistari, sigur, at í báðum førum er talan gjarna um stór skip.