Næsta ár verða vágbingar nógv grønari enn teir eru nú

Eini 30-40 prosent av ruskinum í Vági kann fara aftur í nátúruna, heldur enn at verða sent á brennistøðina.

Dæmi um lívrunni tilfar, sum kann fara aftur í náttúruna

Dæmi um lívrunni tilfar, sum kann fara aftur í náttúruna

Nú skulu húsarhald í Vági skilja ruskið heima við hús enn betur enn tey hava gjørt. Tað boðar Vágs Kommuna frá í einum tíðindaskrivi.

Sum er, skilja húsarhald í Føroyum pappír frá vanliga ruskinum, umframt at battarí, og annað vandamikið burturkast, eisini fara í posa fyri seg.

Men eftir ársskiftið fara húsarhald í Vágs kommunu eisini at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum, sum annars verður sent á brennistøðina.

Vágs kommuna hevur arbeitt við eini ætlan um at kommunalir stovnar og húsarhald í Vági, skulu fara skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum, soleiðis at lívrunnið tilfar kann gerast um til sankutøð – kompost– heldur enn at verða flutt um Suðuroyarfjørð og longu leið norður til brennistøðina hjá IRF í Leirvík, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Fyrstu stigini vórðu tikin, tá dagstovnurin Eikilund í vár fór undir at skilja lívrunnið tilfar frá ruskinum, og nú verður so farið undir skipan, har eisini húsarhald skulu skilja lívrunnið tilfar frá.

Vágs kommuna hevur gjørt nýtt, stórt endurnýtsluøkið, sum verður tikið í nýtslu í næstum, har umstøðurnar at skilja eisini verða framúr góðar.

– Sjálvandi skulu vit í Føroyum, eins og grannalond okkara, skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum, tí tað er tilfar, sum kann fara aftur í náttúruna, sigur Dennis Holm.

Í øllum vesturheiminum er púra vanligt, at rusk verður skilt heima við hús, ikki bara pappír og battaríir og lívrunnið tilfar, men eisini glas og plast verður skilt heima við hús, og hesa leiðina eiga vit í Føroyum eisini at ganga, leggur hann afturat. 

Verða donsk tøl brúkt sum vegleiðandi, burturbeinir hvør føroyingur eini 500 - 600 kilo av ruski um árið, sum einamest fer til brenningar á brennistøðunum hjá IRF og hjá Tórshavnar kommunu.

Úr Vágs kommunu fara hvørt ár umleið 750 tons av ruski til brennistøðina hjá IRF í Lerivík.

– Verður væl skilt, eru 30 - 40 prosent av ruskinum, sum í dag fer til brenningar, lívrunnið tilfar, sum kann fara aftur í náttúruna.

– Sostatt fara umleið 250 tons av lívrunnum tilfari úr Vági á brennistøðina hjá IRF um árið, heldur enn aftur til náttúruna, sigur borgarstjórin.

 

Byrja við 20-30 húsarhaldum

Skipanin við at skilja frá lívrunnið tilfar byrjar eftir ársskiftið, tá tey fyrstu 20-30 húsarhaldini fara undir at skilja lívrunni tilfar frá vanliga ruskinum.

Húsarhaldini fáa eina serliga ruskspann til endamálið og eisini serligar mais-posar, sum upploysast í náttúruni.

Tilfarið verður savnað í eini kommunalari sankutøð-skipan, og eftir 180 - 200 dagar, er lívrunnað tilfarið vorðið til mold, ella sankutøð, sum kann brúkast aftur bæði í kommunalum urtagørðum og heima hjá fólki í kommununi.

Dæmi um lívrunni tilfar, sum kann fara aftur í náttúruna