Nakrar avlýsingar hava verið púra óskiljandi

Opið bræv til Jørgen Niclasen,

landsstýrismann í samferðslumálum

Nú hevur Erla Kongsdóttir siglt um Nólsoyar fjørð eina tíð, og reglusemið hevur verið út av lagið vánaligt. Nakrar avlýsingar hava verið púrasta óskiljandi. Til dømis sigldi hon bara tveir túrar mitt um dagin leygardagin 20. februar og tá var streymloysi, fínasta veður og fleiri smábátar á fjørðinum. Sí myndir.

##med2##

Vit hava gjørt vart við týdningin av okkara farleið fleiri ferð, men vit síggja ongar batar – heldur tvørturímóti. Um hesi bygdini skal vera lív lagað, so er alneyðugt at landsstýrið kemur við einari loysn beinanvegin. Vit hava størstu virðing fyri veðrinum og skilja væl, at avlýsingar kunnu koma fyri í ódnarveðri, men vit kunnu ikki taka til takkar við einari ferju, sum ikki tolir aldu og eitt sindur av vindi.

Vit hava víst á trupulleikarnar á nólsoyarfarleiðini fyrr – seinast 18. desember í fjørð. Hvat er hent síðani?

Arbeiðir landsstýrismaðurin við einari heildarætlan?

Nær verður heildarætlanin liðug?

Og nær verða pengar settir av til nýbygging?

Vegna nólsoyingar

AAnja Hartmann Wardum

Ann-Mari av Skarði

Vígdis Bjarnadóttir