Jógvan Lakjuni grætur um børnini

Sleppa samkynd at giftast, verða tað børnini, sum verða tey størstu offrini

- Eg næstan gráti um børnini

 

Tað sigur Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Løgtingið viðgerð í dag eitt uppskot um at broyta hjúnabandslógina, men Jógvan á Lakjuni sigur, at verður tað samtykt, verða tað børnini, sum fara at føla sviðan.

 

- Børn skulu veksa upp hjá eini mammu og einum pápa, sigur hann.

 

Hann sigur, at í okkara grannalondum, kunnu tvær kvinnur, sum eiga eitt barn, verða skrásett sum mamma, og hjámamma eitt barn.

 

Fáa hesar báðar konurnar eitt barn við einum sáðgevara, sum tær kenna, so kunnu hesi trý, maðurin, mamman og hjámamman, avgera, hvørji tvey av teimum, skulu vera løgfrøðilig foreldur at barninum.

 

- Enn kann eitt barn so bara hava tvey foreldur, sigur Jógvan á Lakjuni-

 

Hann sigur við hesum fer tað eisini at bera til hjá samkyndum pørum at ættleiða børn.

 

Jógvan á Lakjuni spyr, um tað er alt hetta, sum skal verða tað næsta í Føroyum og hann spyr, hvat hvørji avleiðingarnar vera fyri børnini og, hvat hetta fer at gera fyri teirra sjálvsfatan.

 

Hann sigur eisini, at hetta kann eggja ungum til at fara undir kynsligar royndir av ymsum slagi.

 

Hann vísir á, at Barnarættindasáttmálin hjá ST sigur, at børn hava rætt til síni egnu foreldur og at fáa umsorgan frá teimum.

 

- Men tíverri verður hesin grundleggjandi rætturin hjá børnum til at kenna sítt upphav, skúgvaður til viks í kjakinum um broyting í hjúnabandslógini, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

Tey, sum eru fyri at broyta hjúnabandslógini, siga, at sálarfrøðingurin hava sagt, at tað hevur einki at siga fyri barni, hvat kyn, foreldrini hava.