Náttúran í Suðuroy skilir seg burturúr

- Suðuroy hevur síni frábrigdi, og her er vøkur og serstøk náttúra, og her er eisini nógv søga, sigur Rasmus S. Biskopstø, kunningarleiðari.

 

- Øll eru vælkomin at vitja okkum í Suðuroy, sigur Rasmus S. Biskopstø.

- Øll eru vælkomin at vitja okkum í Suðuroy, sigur Rasmus S. Biskopstø.

 

Rasmus S. Biskopstø er nýggjur í starvinum sum leiðari á Kunningarstovuni á Tvøroyri. Hann kemur at røkja starvið fyribils í eitt ár, nú verandi leiðari, Sólfríð Bech, er í farloyvi. Hann er klaksvíkingur og hevur eina kandidatútbúgving innan geografi og sosialvísind frá Roskilde Universiteti.

Í Suðuroy eru tvær kunningarstovur, ávikavist á Tvøroyri og í Vági, og hesar taka sær hvør sær av samskifi og samskipan í nærumhvørvinum, men oyggin hevur eisini eina felags heimasíðu, visitsuduroy.fo

Heimasíðan er upplýsandi, og her er dentur í fyrsta lagi lagdur á útlendsk ferðafólk, tá meginparturin av kunningini er á enskum máli og lutfalsliga lítið á føroyskum. Her er ymiskt um veitarar og møguleikar í Suðuroy, og her er ymiskt søguligt tilfar um oynna.

Rasmus S. Biskopstø vísir á, at sæð í bakspeglinum, nú Føroyar eins og heimurin allur varð raktur av korona-kreppuni, og væntandi er, at føroyingar í størri mun enn áður fara at ferðast í egnum landi í summar, kundi heimasíðan - visitsuduroy.fo - kanska havt meira á føroyskum.

- Men, hetta er ein serstøk støða, sum kom púrasta óvæntað á okkum øll, og vit fara eisini sum frá líður at gera meira burtur úr tí føroyska partinum á heimasíðuni, sigur hann.

Kunningarstovan á Tvøroyri umsitir nøkur summarhús í nærumhvørvinum, og kunningarleiðarin sigur, at her hevur verið stórur eftirspurningur, serliga til leigu um vikuskiftini, og tað eru í fyrsta lagi føroyingar, sum vilja leiga húsini.

- Umframt summarhúsini, sum vit umsita, verða eisini hús leigað út í økinum gjøgnum Airbnb. Haraftrat eru nøkur, sum eiga hús her í økinum, men sum búgva aðrastaðni. Hetta eru fólk, sum antin koma suður sjálvi at vitja - ella leiga onkrum, tey kenna, húsini í nakrar dagar. 

Á Tvøroyri er eisini hotellið, og í Øravík er gistingarhúsið, sum nýggi eigarin hevur sett í stand. - Suðuroy hevur síni frábrigdi, og her er vøkur og serstøk náttúra, og her er eisini nógv søga. Vit eru her, og øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum í Suðuroy, sigur Rasmus S. Biskopstø.

Leiðarin á Kunningarstovuni á Tvøroyri sigur, at nú latið verður upp aftur fyri ávísari sigling og flúgving til Føroya í samband við broyttu treytirnar, sum verða galdandi frá 15. juni at rokna, er eisini væntandi, at nøkur fleiri útlendsk ferðafólk koma heim til Føroya at ferðast.

- Vit mugu tískil eisini verða til reiðar at taka ímóti útlendskum ferðafólki her í Suðuroy, og her kemur okkara felags heimasíða væl við. Her verður greitt frá Suðuroynni í breiðum høpi, og her verður víst á nógvar møguleikar hjá útlendskum ferðafólki - og eisini føroyingum - í Suðuroy, sigur Rasmus S. Biskopstø.

 

 

- Øll eru vælkomin at vitja okkum í Suðuroy, sigur Rasmus S. Biskopstø.