Nei takk til eitt samfelag uttan reiðan pening!

Tað hendir so líðandi at man illa varnast tað, men spakuliga eru vit á veg til eitt samfelag uttan reiðan pening.

Um hetta verður veruleiki, so er tað stóru vinnufeløgini, bankarnir og TAKS sum eru vinnarar. Meðan vanligi borgarin, ítróttarfeløg, mentanarlív og smá vinnufeløg eru taparir.

Reiður peningur verður sum nú er millum bankar, TAKS og onkur vinnulívsfólk lagdur undir at vera rótin til alt ónt peningaliga. Ja, summi arbeiða svart, tað er so og hevur altíð verið so. Men hetta er bert undanførsla hjá TAKS og bankunum fyri at sleppa av við reiðan pening.

Uppáhaldið um at talgildur peningur er vegurin til eitt tryggari og rættvísari samfelag er beinleiðis lygn - Størstu ránini í nýggjari tíð eru øll talgild. Har var ikki ein króna í reiðum peningi í Panamagøluni, hvíttvaskið av peningi í Danska Banka var alt talgilt o.s.f.

TAKS vil sleppa av við reiðan pening so tey hava 100% kontrol á hvat tú ger, um tú selur eina sofu til grannan, ella kanska hevur lánt pengar frá mammu tínari.

Bankarnir vilja eisini hava tamarhald á pengunum, men hvat hendur tá teir fáa tað ? Jú, svarið er einfalt - Ómaksgjøldini ið longu líkjast okursgjøldum, fara at margfaldast !

Í báðum førum verður vanligi borgarin taparin og kann bert hyggja at meðan slipsadreingirnir fáa bonus fyri gótt úrslit og metroknskapir.

Men er tað vanligi borgarin, ítróttarfeløg og smáídnaðurin ið eru syndarar ?

Tað var so í øllum førum ikki tey sum høvdu ábyrgdina av fíggjarkreppuni, tað er heldur ikki tey sum hava ábyrgd av at peningur verður fluttur óskattaður av landinum, ella at privatfólk fáa risastórar upphæddir óskattaðar úr vinnulívinum.

Men tá rokningin skal gjaldast ! Ja, tá er tað sum vant tú og eg sum skula gjalda !

Brandur í Dali - Tjóðveldi