Nógvar barnafamiljur í føroyskum klæðum

Tær flestu familjurnar á Ólavsøku í dag eru íklødd tey føroysku klæðini, og ein teirra eru hjúnini Gudny Langgaard og Wade Nagorset, ið saman við børnum teirra eru komin ein túr á Ólavsøku.

Hóast tað regnar eitt sindur av og á, so er eitt sindur av fólki at síggja í dag. Í løtuni eru tað serliga barnafamiljur, ið eru úti í býnum.

Tær flestu familjurnar eru íklødd tey føroysku klæðini, og ein teirra eru hjúnini Gudny Langgaard og Wade Nagorset, ið saman við børnum teirra eru komin ein túr á Ólavsøku.

Gudny og Wade búgva í Leirvík, og tey plaga vanliga at verða á Ólavsøku á hvørjum árið. Í ár eru tey bert komin ein biltúr í dag, men verða vantandi til midnáttarsangin.

Á Ólavsøku plaga tey serliga at vitja familjuna, og práta við fólk, og so verður eisini í ár.

- Í ár fara vit fyrst oman á Skálatrøð við børnunum, so ein túr út at eta og vitja familju, áðrenn vit fara norð aftur, sigur Gudny.

Øll familjan er ílatin tey føroysku klæðini, ið tey eisini plaga at brúka tá tey fara í brúdleyp.

- Eg havi átt míni nokk so leingi, og maður mín og sonur okkara fingu síni síðstu summar. Emma hevur bara skjúrt, og so blusu við prenti frá Marjun Heima, sigur Gudny, og leggur afturat at børn vaksa so skjótt, so tey hildu tað verða orduliga smart at keypa hesa blusuna.