Nes kommuna gjørt avtalu um Talgildu Føroyar

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, og Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildnu Føroyum

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, og Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildnu Føroyum

Nes Kommuna hevur fyrrapartin í dag skrivað undir avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar. Avtalan inniber, at Nes Kommuna fær atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Hetta merkir millum annað, at kommunan kann menna talgildar tænastur til sínar borgarar á komandi tænastuportalinum, ið eitur Vangin.

Vangin er nýggj føroysk tænasta, har talgildar tænastur frá almennum stovnum og kommunum verða savnaðar á einum stað. Hetta fer at gera tað lættari og tryggari hjá føroyingum at avgreiða egin viðurskifti.

– Tað hevur stóran týdning, at Talgildu Føroyar eru kjølfestar breitt í føroyska samfelagnum. Kommunurnar veita í dag føroyingum nógvar tænastur, og tí verður avtalan ein fyrimunur fyri teir gott 1.300 borgararnar í Nes Kommunu, sum skjótt kunnu fáa ágóðan av øllum hentleikunum í Talgildu Føroyum, sigur fíggjarmálaráðið um nýggju avtaluna.

Fíggjarmálaráðið fegnast um avtaluna við Nes Kommunu, og at aðrar kommunur nú eisini vísa Talgildu Føroyum áhuga. Hetta hevur við sær, at enn fleiri føroyingar fáa lut í skipaðu og framkomnu loysnunum hjá Talgildu Føroyum. Talgildu Føroyar er fíggjað av landsstýrinum saman við eini røð av fyritøkum, feløgum, Tórshavnar Kommunu og nú eisini Nes Kommunu.

– Talgilding er allastaðni rundan um okkum og er ein fyritreyt fyri menningini av samfelagnum. Við einum breiðum samstarvi tvørtur um geirar, tryggja vit enn fleiri føroyingum brúk av komandi talgildu tænastunum, sum hava trygd og góðsku í hásæti. Við hesi avtaluni er Nes kommuna saman við Tórshavnar Kommunu, fyritøkum og feløgum og landsstýrinum við at menna eitt skipað og framkomið talgilt undirstøðukervi í Føroyum, sum er til gagns fyri fólk, vinnu og samfelagið sum heild, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Talgildu Føroyar samstarva í løtuni við átta ymiskar stovnar um at menna talgildar tænastur á Vanganum. Fyrireikandi arbeiðið er longu byrjað við aðrar stovnar. Harumframt eru almennir stovnar, privatar fyritøkur og føroysku peningastovnarnir farin undir fyrireikingarnar at taka Samleikan í nýtslu. Seinni í ár verða loysnirnar klárar at bjóða øllum føroyingum at nýta.

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, og Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildnu Føroyum