Netanyahu fær fyrsta kjansin

Ísraelski forsetin hevur heitt á forsætisráðharran at skipa nýggja stjórn

Mynd: Ritzau/Scanpix

Mynd: Ritzau/Scanpix

Hóast Likud flokkurin hjá Benjamin Netanyahu, ísraelska forsætisráðharranum, ikki gjørdist størsti flokkur á ísraelska tjóðartingsvalinum í farnu viku, verður tað forsætisráðharrin, ið fær fyrsta kjansin at skipa eina nýggja stjórn. Tað skrivar Politico.

Tað er greitt nú ísraelski forsetin Reuven Rivlin hevur valt Benjamin Netanyahu til samráðingarleiðara, heldur enn at peika á Benny Gantz, leiðara fyri tey Bláu og Hvítu, ið fingu ein tingmenn fleiri enn Likud. Tey Bláu og Hvítu fingu 33 tingmenn, meðan Likud fekk 32 tingmenn.

Tað er kortini sera lítil sannlíkindi fyri, at tað fer eydnast Netanyahu at skipa stjórn. Í kjalarvørrinum av valinum gjørdist skjótt greitt, at hvørki Likud ella tey Bláu og Hvítu megna at skipa meiriluta, og tá Netanyahu bjóðaði Benny Gantz at taka lut í einum savningsstjórn, vrakaði andstøðuleiðarin tann møguleikan.

Tá hvørgin teirra megnaði at finna eina loysn, fall uppgávan á forsetan at peika á tann persónin, ið hann metir hevur besta møguleikan at skipa eina stjórn. Og tað gjørdist sitandi forsætisráðharrin, tó at hann gav báðum ábyrgdina at loysa truplu støðuna.

- Ísraelska fólkið má fáa vissu fyri, at ein stjórn kann skipast. Tað er rætt, at øll mugu gera kompromi. Men um ein stjórn ikki verður skipað, er tað borgararnir í Ísrael, ið rinda tann hægsta prísin, sigur Reuven Rivlin, sambært Politico.

Og Benjamin Netanyahu nýtti møguleikan til enn einaferð at heita á Benny Gantz at samstarva.

- Hvørgin okkara kann skipa eina stjórn, uttan at vit eru saman. Tað sum er neyðugt í løtuni er ein savningsstjórn, ein breið landsfevnandi savningsstjórn, ið kann skipast skjótast gjørligt, segði Netanyahu, tá tað varð greitt, at forsetin peikaði á hann.

Benny Gantz var tó skjótur at svara, og legði dent á, at teirra støða er ikki broytt. Teir ynskja ikki at sita í stjórn við einum leiðara, ið er undir illgruna fyri mutur.

- Tey Bláu og Hvítu, við mær á odda, ynskja ikki at sita í einari stjórn, hvørs leiðari skal standa til svars fyri álvarsamar ákærur. Hetta mál, saman við øðrum týðandi viðurskiftum, er týdningarmiklari fyri okkum, enn nakrir ráðharrasessir ella skiftisskipan, segði Benny Gantz.

Fyri at fáa meiriluta í ísraelska parlamentinum er neyðugt við 61 tingmonnum, men higartil megnar Netanyahu einans at savna 55 tingmenn, meðan Gantz fær stuðul frá 54 tingmonnum.

Netanyahu hevur nú 28 dagar at skipa stjórn. Um tað ikki eydnast, skal forsetin velja ein nýggjan samráðingarleiðara. Um viðkomandi heldur ikki megnar at skipa eina stjórn, hevur forsetin heimild at útskriva nýval. 

Mynd: Ritzau/Scanpix