Sands kommuna hevur ein tann hægsta barnafrádráttin í landinum, 8500 krónur fyri hvørt barnið.

Nettoskuldin 14 prosent av einari álíkning

Rakstraravlopið hjá Sands kommunu fyri 2019 var á 3,847 miljónir krónur, íroknað íløgur.

Sands kommuna hevur ein tann hægsta barnafrádráttin í landinum, 8500 krónur fyri hvørt barnið.

 

Roknskapurin hjá Sands kommunu fyri 2019 varð í kvøld einmælt samtyktur. Rakstraravlopið fyri 2019 var á 3,847 miljónir krónur, íroknað íløgur.

- Munurin millum skuld og ogn kommununar var við árslok 2,691 miljónir krónur. Tískil er nettoskuldin við árslok 2019 komin niður á 14 prosent av einari álíkning.

Í Sands kommunu vita tey at siga, at kommunan í 2019 rindaði eina miljón niður á skuld, og langtíðarskuldin nú er 14,5 miljónir krónur.

- Skattaprosentið í Sands kommunu er 20,75, og valdi kommunan í ár at lækka skattaprosentið við 0,25.

Sands kommuna hevur ein tann hægsta barnafrádráttin í landinum, 8500 krónur fyri hvørt barnið.

Sands kommuna hevur ein tann hægsta barnafrádráttin í landinum, 8500 krónur fyri hvørt barnið.