Nevndin í Fiskaaling óbroytt

Eingin broyting er í nevndini í Fiskaaling, sum hevði aðalfund herfyri. Kristoffur Laksá heldur fram sum formaður

Gunnvør á Norði, starvsfólkaumboð, Kristoffur Laksá, formaður, Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, Ása Johannesen, starvsfólkaumboð og Niels Winther, nevndarlimur. Turið Mørkøre, nevndarlimur, luttók á skíggjanum úr Oslo (Ólavur Fredriksen)

Í nevndini eru eisini Turið Mørkøre, nevndarlimur, Niels Winther, nevndarlimur, Gunnvør á Norði, starvsfólkaumboð, og Ása Johannesen, starvsfólkaumboð.

Tað er Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum eigur Fiskaaling.

Á aðalfundinum var framløga av virksemi og roknskapi. Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, greiddi frá støðuni á Fiskaaling. Hon vísti á mongu og fjølbroyttu granskingar-, ráðgevingar- og tænastuuppgávurnar, sum hava myndað virksemið á Fiskaaling seinasta árið.

Millum granskingaruppgávurnar teljast trivnaður hjá laksi á harðbalnum økjum, samaling og betri nýtsla av tilfeinginum, umframt lúsaprognosumodell, lívfrøði og føðslutørvur hjá rognkelsum, baseline fyri botndjóra og smoltkanningar.

Fiskaaling ger eisini fleiri tænstuuppgávur fyri alivinnuna, so sum lúsateljingar, rognkelsiskanningar, kynkanningar, mikroalgukanningar og streymmátingar.

Granskingarvirksemið hjá Fiskaaling hevur framleitt ítøkilig úrslit, sum støðugt geva føroysku alivinnuni nýggja, gagnliga vitan. Ein stórur partur av granskingarvirkseminum hjá Fiskaaling fer fram í samstarvi við føroysku alivinnuna. Hetta hevur givið granskingini góðar fortreytir at virka undir, skrivar Fiskaaling á heimasíðuni.

Fiskaaling luttekur eisini í altjóða granskingarverkætlanum. Hetta er týðandi partur av granskingarvirkseminum og ger at felagið hevur atgongd til enn størri vitan og serfrøði, sum so eisini kann brúkast í føroyskum høpi.

Ársroknskapurin hjá Fiskaaling fyri 2019 vísti eitt yvirskot á 354.000 krónur.

Fíggjarliga grundarlagið undir Fiskaaling er árliga játtanini á løgtingsins fíggjarlóg til havbúnaðarroyndir. Afturat hesum koma inntøkur frá ymiskum tænastum, sum Fiskaaling veitir til føroysku alivinnuna, umframt altjóða granskingarstuðul í sambandi við ymiskar granskingarverkætlanir.