Nevndin innstillaði tríggjar virðislønir

Kjak hevur tikið seg upp, eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaður, í gjár handaði Virðislønir Landsins. 

Landstýrismaðurin handaði tær báðar lógarfestu virðislønirnar, Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins, men síðani valdi hann ikki at lata Virðisløn til ungt Listafólk, sum hevur verið givin síðani 2011.

Ístaðin lat hann Serstøku Virðisløn Landsins.

Og harvið valdi Jenis av Rana eisini at síggja burtur frá innstillingini frá Virðislønarnevndini, sum umframt lógarfestu virðislønirnar, eisini hevði innstillað til ungt listafólk, eins og gjørt hevur verið seinastu árini.

Karstin Olgar (Oggy) Lamhauge. nevndarlimur, váttar fyri In.fo, at nevndin innstillaði til tríggjar virðislønir, sum nevndin metti hon kundi standa inni fyri.

- Vanligt hevur verið, at landsstýismaðurin fylgir innstillingini. Eg haldi ikki at tað er komið fyri , at innstillingin ikki verður fylgd, men tað valdi landsstýrismaðurin so ikki at gera hesaferð, sigur Oggy Lamhauge.

- Vit fingu sum so onga grundgeving. Vit kunnu so standa eftir og gita, og ikki vita, sigur Oggy Lamhauge í stuttari viðmerking, men hann vil tó ikki koma nærri inn á, hvussu hetta kennist.

Tað er enn ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum.

Í Virðislønarnevndini sita:

Alda Joensen, Formaður

Archibald Black, Næstformaður

Karstin Olgar Lamhauge, Vanligur limur

Katrina í Geil, Vanligur limur

Knút Háberg Eysturstein, Vanligur limur