Nigeria lækkar tollin á turkaðum toskarhøvdum

Sambært NRK hevur tað eydnast at sannføra myndugleikarnar í Nigeria um, at turkaði toskarhøvd ikki er luksusvøra.

 

Sambært NRK kann tað fara at fáa stóran týdning fyri henda partin av norsku vinnuni, at Nigeria nú lækkar tollin á turkaðum høvdum við einari helvt. Norskir útflytarar fegnast og vænta, at útflutningurin til Nigeria nú aftur fer at veksa. 

NRK veit sambært Norges Sjømatråd at siga, at tollurin á turkaðum høvdum, sum verða seld til Nigeria, minkar úr 20 prosentum niður í 10 prosent. - Vit hava arbeitt málrættað við at fáa landið av lækka tollin, sigur Trond Kostveit í Norges Sjømatråd.

Hann vísir á, at tolllækkingin kennist sum ein sigur, bæði fyri norskan útflutning av turkaðum høvdum og fyri innflytarar av hesi vøru í Nigeria. Fólkaríka landið keypti sambært NRK 6100 tons av turkaðum toskarhøvdum úr Noregi í 2018.

Høvdini verða keypt inn kring um í Nordland í Noregi, og eitt nú sendir Saga Fisk AS fleiri enn 200 bingjur - ella umleið 4000 tons - til Nigeria um árið. Men, nú tollurin lækkar væntar eigarin, at eftirspurningurin eftir turkaðum høvdum í Nigeria fer at  veksa.