Níggju línuskip eru til fiskiskap

- Vit vænta, at nøkur línuskip koma inn at landa hesa vikuna, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Sandshavið hevur ligið í eina tíð, meðan maskinumvælingar eru gjørdar.

Sandshavið hevur ligið í eina tíð, meðan maskinumvælingar eru gjørdar.

 

Seks línuskip eru á landgrunninum, og trý eru á Íslandsrygginum.

- Skipini, sum eru á landgrunninum, fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu. Skipini á Íslandsrygginum fáa mest av toski, svartkalva, blálongu og nakað av lira.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey trý línuskip fyrst í hesi vikuni, og møguligt kemur okkurt línuskip aftrat inn at landa síðst í vikuni.

- Streymurin harðnar, sum vikan gongur, men veðrið verður hampiligt. Vit vænta tískil, at nakað verður av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, verður lagt aftrat.

Sandshavið hevur ligið í eina tíð, meðan maskinumvælingar eru gjørdar.