Páll Danielsen, sølumaður hjá Auto Service, við nýggjasta Nissan Leaf

Nissan Leaf Tekna: Ein av best kendu el-bilunum

Ein av best kendu hópframleiddu el-bilunum á marknaðinum er helst Nissan Leaf, sum koyrir upp til 285 km upp á eina løðing. Bilurin hevur 150 hk og battaríið er 40 kWh.

Leaf er ein 5-persóna hatchback, sum er bygdur í nýggja designstílinum hjá Nissan og líkist hinum modellunum hjá Nissan.

Beint eftir at fyrsti Nissan Leaf var komin á marknaðin, varð hann kosin World Car Of the Year 2011. Innbygdi løðarin í nýggja Leaf ger, at bilurin er skjótari at løða. Løðistikkarin er mitt framman. Viðførisrúmið er 420 litrar, sum er 100 litrar størri enn forgangarin. Sum elbilur er Nissan Leaf sera ljóðleysur, eisini hoyrist lítið til hjólini undir koyring.

Nissan Leaf er útgjørdur við “e-Pedal”, har tað er møguligt at koyra bilin einans við at nýta spitarapedalin til at regulera ferðina við. Fótbremsan er einans neyðug til harða bremsing.

Leaf er væl útgjørdur og hevur t.d. parkeringssensorar, kamera kring allan bilin, Moving Object Detection, LED lyktir, automatiskt klimaanlegg, Hill Start Assist og Cross Traffic Alert framman og aftan.

Viðvíkjandi útgerð fæst Nissan Leaf í ymsikum útgávum. Tekna, sum er tann best útgjørdi, kostar 355.000, men við tað at eigarin fær meirvirðisgjaldið aftur frá tollvaldinum, kemur hann niður á 285.000.

Nissan Leaf kann síggjast og roynast hjá Auto Service.

Páll Danielsen, sølumaður hjá Auto Service, við nýggjasta Nissan Leaf