Nissan mest seldi bilur síðsta mánaðin

– Men Volkswagen er mest seldi bilur higartil í ár.

Hagtølini fyri bilasølu í aprílmánaði síggja eitt sindur øðrvísi út, enn tey hava gjørt seinastu tíðina. Mest seldi bilur er Nissan 67. Næstur Nissan við er Ford 38 og síðani Volkswagen við 31. Toyota, sum í so nógv ár hevur ligið í fremstu røð, seldi 24 bilar í apríl og vendaði á fjórða plássi.

##med2##

Tá tað kemur til ársins mest selda bil higartil, so liggur Volkswagen framvegis fremstur við 128. Men við Nissan í hølunum við 110 nýggjum bilum. Tað er nógv, tí alt árið í fjør seldi Nissan 198 nýggjar bilar.

Eftir Nissan kemur Renault við 107 og Ford og Toyota við 101.

##med3##

Higartil í ár eru seldir 1052 nýggir bilar í Føroyum. Tað eru 136 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Ein vøkstur upp á 15 prosent.

Mest seldu bilar síðsta mánaðin

Mest seldu bilar fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár