Nøvnini á teimum deyðu í Alta

Tey, sum lótu lív í tyrluvanlukkuni, vóru vinfólk úr býnum Alta. - Alta er ikki størri enn tað, at fólk kenna hvønn annan, siga fólk innan ítróttarheimin.

 

Í kvøld hevði Nordlyskatedralen dyrnar opnar, soleiðis at fólk fingu høvi at samlast í sorgini.

Í kvøld hevði Nordlyskatedralen dyrnar opnar, soleiðis at fólk fingu høvi at samlast í sorgini.

 

Tað vóru fimm fólk um 20 ára aldur og ein svenskur tyrluskipari, sum doyðu í vanlukkuni í Alta í Noregi seinnapartin leygardagin. Alta, sum nú er raktur av nívandi sorg, er størsti býur í Finnmørkini og fimm av teimum, sum lótu lív, vóru úr býnum.

Tyrlan, sum datt niður í fjallalendið í ein útsynning úr Alta, fleyg leigutúrar, og tað var í samband við festivalin - Høstsprell - at ungu fólkini í gjár vóru á ferð í tyrluni.

Eftir at tey avvarðandi hava fingið boðini, hevur norska løgreglan nú kunngjørt nøvnini á fýra av teimum, sum vóru úr Alta: Markus Vonheim (19), Kine Johnsen (20), Robin Karlsen (20) og Kevin Berg (20).

Tey vóru øll vinfólk, fødd í 1998 og 1999, og Kine Johnsen og Kevin Berg vóru systkinabørn. Millum tey deyðu var eisini ein 22 ára gomul kvinna úr Alta og síðan flogskiparin, ein 27 ára gamal svenskur ríkisborgari.

Løgreglan hevur ikki upplýst nøvnini á tveimum teimum seinastu, sum eisini lótu lív, og hetta er í samráð við avvarðandi hjá teimum deyðu.

##med2##

- Alta er ikki størri enn tað, at fólk kenna hvønn annan. Hetta eru ungdómar, sum fleiri av okkum kenna, og vit kenna foreldur og familju, siga syrgjandi fólk innan ítróttarheimin í Alta við NRK.

Lagt verður aftrat, at onkrir fótbóltsdystir eru avlýstir, og aðrir eru leiktir við syrgibandi. Onkur av liðunum hava ferðast langan veg til Alta, og tí hevur ikki borið til at avlýst allar fótbóltsdystir í býnum í dag.

 

 

Í kvøld hevði Nordlyskatedralen dyrnar opnar, soleiðis at fólk fingu høvi at samlast í sorgini.

20 ára gamli, Kevin Berg, er ein av teimum, sum lótu lív. NRK vísir myndina eftir avtalu við familjuna.