Nógv áhugavert á Vestmannadøgum

Í dag byrja Vestmannadagar í Vestmanna, og teir eru til og við sunnudagin

Mentanardagarnir í Vestmanna verða kallaðir Vestmannadagar.

Nógv ymiskt er á skránni, millum annað leirdúgvuskjóting, listaframsýning, aftankvirra, sjavskapping, tónleikacafé, fiskikapping, gospelkonsert, morgunmatur í ítróttarhøllini, uppboðssøla av skoraveðrum, skjótikapping, gongutúrur í viðarlundini, gongutúrur niðan í gjónna og heystgudstænasta.

Av øðrum áhugaverdum tiltøkum kann nevnast, at í kvøld er ein kjakfundur á skránni við evninum ”Umhvørvið og ferðavinnan”. Kommunan skrivar, at seinastu árini er ferðavinnan í Føroyum økt munandi og hetta gevur bæði jaligar og neiligar avleiðingar. Á kjakfundinum hava Jóhan Pauli Helgason og Siggert Patursson upplegg um ferðavinnu og umhvørvi. Lagt verður upp til kjak um, hvørji árin økta ferðavinnan kann hava á umhvørvið og hvat vit kunnu gera fyri at minka um tann neiliga partin.

Í annaðkvøld er aftur kjakfundur um ”Umhvørvið og húsarhaldið”. Kommunan skrivar, at fleiri og fleiri geva sær nógv far um, hvussu ein í sínum egna húsarhaldi kann ansa eftir umhvørvinum. Tað veri seg við skiljing av burturkasti, endurnýtsla av klæðum, brúkslutum við meira, ger av sankutøðum og vit kunnu halda á. Á kjakfundinum verður framløga um evnið, har ið lagt verður upp til kjak um, hvussu vit sum borgarar kunnu gera mun umhvørvinum at frama.

Mikukvøldið er spurnarkapping á skránni. Har eru 36 spurningar helvt um helvt staðbundnir og ikki staðbundnir. Lið á fýra fólk kappast móti hvørjum øðrum.

Leygardagin er stórur marknaðardagur í ítróttarhøllini. Fólk selja brúktar leikur, klæðir, búnýti, innbúgv ella okkurt heilt annað.

Leygarkvøldið er grillaður fiskur og hugni á Bryggjuni, har allir vestmenningar eru vælkomnir at royna grillaðan laks, tosk og makrel.