Nógv at gera í Norðhavnini

Norðborg fór avstað 4. januar og hevur ligið sunnarlaga í Føroyskum sjógvi – eini 80 fjórðingar suður úr Akrabergi. Teir hava havt ring fiskilíkindi og hava krokað nógv, so teir hava bert roynt eina lítla viku tilsamans í tveimum umførum.

Orð og myndir: Dávur Winther

Orð og myndir: Dávur Winther

Teir hava 770 tons í frystum svartkjafti og eini 50 tons mjøli. Teir á Norðborg valdu at koma inn at leggja veiðina upp og skifta onkran lut, áðrenn hildið verður fram við skartkjaftaveiðu.

Christian í Grótinum liggur í Norðhavnini og bíðar eftir landingartørni í Fuglafirði í morgin eftir næsta góða túrin í ár vestanfyri Hetland.

##med2##

Teir fóru avstað 2. januar og hava nú verið á tveimum makreltúrum. Tilsamans hava teir havt 8 tov og fingið í alt 2.500 tons av makreli.

Enn er ivasamt, um teir nú fara á svartkjaft ella teir taka ein túr afturat eftir makreli.

Borgarin hevur verið á einum makreltúri vestnfyri Hetland í ár og fingu teir 1.500 tons. Teir skifta nú turkispælið, sum kemur at taka nakrar dagar.

Tað tók nakað av tíð at fáa spælið í land, tí tjúkku vangarnir máttu skerast í helmingar – Sama er við nýggja spælinum, sum stendur á Kambsdali hjá KJ-Hydralik. Har mugu vangarnir brennast í helmingar, og síðani montera teir umborð aftur, tá ið spælið er íkomið.

##med3##

Í dag vóru tað menn frá KJ-Hydralik og Hans Egil við teirra stóra kranabili, sum avmonteraðu gamla turkispælið.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

Orð og myndir: Dávur Winther