Nógv færri gistingar í august í ár

Tað hava verið umleið 7000 færri gistinætur á føroysku gistingarhúsunum í august í ár í mun til sama mánaða í fjør.

Tað sigur Hagstovan í dag, nú gistitølini eru dagførd fram til september mánaða.

Koronusmittan greiða ávirkan á talið á gistinætum, og lutfalsliga og absolutt er tað serliga gistingarhús uttan fyri miðstaðarøkið, ið eru rakt.

Í august í fjør vóru 16.114 gistingar í miðastaðarøkinum og 6.431 gistingar uttan fyri miðstaðarøkið. Í august í ár eru tey tølini ávíkavist 12.994 og 2.711 gistingar.

##med2##