Nógv fleiri arbeiðsóhapp í fjør

Í 2018 vóru samanlagt 216 arbeiðsóhapp fráboðað myndugleikanum, sum er um ein øking á 21 prosent samanborið við 2017

Í 2018 vóru samanlagt 216 arbeiðsóhapp fráboðað myndugleikanum. Tað vísir ársritið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. 

Talan er um eina øking á 21 prosent samanborið við árið fyri, tá 178 arbeiðsóhapp vóru. Síðan 2013 er talið av fráboðaðum arbeiðsóhappum økt frá 145 óhappum til 216 óhapp í 2018.

##med2##

Arbeiðsumhvørvið er ikki versnað

Arbeiðs- og brunaeftirlitið leggur dent á, at økta talið er orsakað av økta talinum av løntakarum. 

- Økta talið av fráboðanum skyldast ikki, at arbeiðsumhvørvið í miðal er versnað, men at talið av løntakarum er økt frá áleið 24.500 í 2013 til 27.500 í 2018, umframt at Arbeiðs- og brunaeftirlitið í sama tíðarskeiði hevur gjørt tað munandi lættari at fráboða arbeiðsóhapp m.a. við talgildari fráboðan í 2018. 

Um hugt verður eftir býtinum millum kyn og vinnugreinar sæst, at flestu menninir fingu skaða í vinnugreinunum fiskiídnaður á landi, byggivinnu og jarnídnaði, meðan flestu kvinnurnar fingu skaða í vinnugreinunum heilsa og røkt og fiskiídnaður á landi.

Ein deyðsvanlukka varð fráboðað í 2018, meðan eingin varð fráboðað í 2017. Seinastu 10 árini er í miðal ein deyðsvanlukka fráboðað um árið.

Stabbamynd frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum