Nógv fólk á Sjómannadegi í Klaksvík

Fólk hugna sær í Klaksvík í dag, nú tað er Sjómannadagur. Hugni, kappingar, fiskivinna og nógvur ókeypis matur

Sjómannadagurin byrjaði í morgun við at føroysku træseglskipini komu á Klaksvík og løgdu at bryggju innast í krókinum við Stórukaj. Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Brimnes, Norðlýsið og Thorshavn.

Stórt kaffiborð var á bryggjuni, Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, setti Føroya Sjómannadag og handaði bestu skipum og bátum í Føroyum í 2018 heiðursmerki. 

Síðani hevur skipalista-kviss, listaframsýningar, sigling, matur og nógv annað verið á skránni.

##med2##

Vinnarar í fiskikapping

Í gjárkvøldið var fiskikapping. Hesi vunnu:

Gentur undir skúlaaldur: Vón Bergfríð. 2,15 kg.

Gentur í skúlaaldur: Lena Maria Jógvansdóttir. 2,5 kg

Drongur undir skúlaaldur: Jónatan Svøðstein. 2,75 kg

Drongur í skúlaaldri: Jóas Vest. 4,2 kg 

Størsta fiskin fekk Jóas Vest: 4,2 kg


##med3##

Vinda hespu

Kapping hevur í dag verið í at vinda hespu. 14 pør tóku lut. Konan helt hespuni, og maðurin skuldi vinda.

Vinnarar vóru Anni og Jógvan Thomsen. Tey kláraðu at vinda upp á 3 minuttir og 57 sekund, nummar tvey vóru Sólrun og John Havn við 3 minuttum og 58 sekundum og nummar trý vóru Gydna og Dávur Johansen við 4 minuttum og 2 sekundum.

##med4##

Ókeypis matur

Fleiri aðrar kappingar vera á skránni í dag, og JFK bjóðar Fish & Chips, Bakkafrost bjóðar smakkiroyndir av laksi, og samtakið Christian í Grótinum bjóðar makrel.

##med5##