Nógv fólk - men stak friðarligt

Annars varð boðað frá einum lítlum vindskaða í nátt

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í gjárkvøldið, men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt.

Nakað fyri midnátt komu boð úr einum skeinkistaði í Havn, at tað flættaðist ikki við ein mann, sum gekk har, og tá ið løgreglan kom á staðið, vildi hann heldur ikki lurta eftir teimum.

Tískil varð hann handtikin og settur á løgreglustøðina í nakrar tímar. Tá ið hann var kólnaður aftur mitt í nátt, varð hann leyslatin aftur, men við sær hevði hann eina skuldseting fyri at hava brotið politiviðtøkurnar og tað fær hann nakrar hundraðkrónuseðlar í bót fyri.

Annars var rættiliga nógvur vindur í nátt, men løgreglan fekk bara boð um ein vindskaða. Tað var takið á einum hjalli í Kvívík, sum stóð til at fara. Løgreglan sigur, at sløkkiliðið fekk boðini, so tey tóku sær av tí.