Nógv fólk og nógvir bilar standa eftir

Tað var ruðuleiki á Krambatanga nú seinnapartin

Portrið er farið upp - og ein hópur av ferðafólki standa eftir

Portrið er farið upp - og ein hópur av ferðafólki standa eftir

Tað var sannur ruðuleiki á ferjuleguni á Krambatanga nú, Prince skuldi fara til Havnar klokkan 17.

Tað vísti seg, at eitt ótal av bilum og ferðafólki stóð eftir á bryggjuni, tí at tey sluppu ikki við. Tað er óvist, hvussu nógv fólk ikki sluppu við, men mett verður at einir 50 bilar standa eftir

Fólk vóru ill, tí at tey ikki sluppu við, helst tey, sum skulu av landinum í morgin, ella høvdu aðrar avtalur í morgin tíðliga.

Prince avloysir fyri Smyril, nú hann er í dokk, men trupulleikin er, at hann tekur bara 365 ferðafólk, og so munar tað lítið, at hann tekur 250 bilar.

Og tað strekkir ikki til eitt sunnukvøld, verri enn so. Ferðafólk, vit hava tosað við, siga, at boðini frá Strandferðsluni er, at tað verður eingin eykatúrur í kvøld.

Vit fáa væntandi eina viðmerking frá Strandferðsluni um eina løtu.

Portrið er farið upp - og ein hópur av ferðafólki standa eftir