Nógv fólk við serligum tørvi standa á bíðilista hjá tí almenna

Talan er um fólk við likamligum breki, menningartarni og sálarsjúku, sum onki fáa at búgva í

løtuni standa heili 159 fólk við serligum tørvi, á bíðilista til at fáa ein bústað.

Tað upplýsir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum nú seinasta hondin skal leggjast á fíggjarlógina fyri næsta ár.

Tey flestu av teimum eru fólk við menningartarni og fólk við sálarsjúku, men tað eru eisini fólk við likamligum breki.

Talan er um 39 fólk við autismu, trý fólk við fjølbreki, 51fólk við menningartarni, 51 fólk við sálarsjúku, 10 fólk við seinheilaskaða, og so eru tað fimm fólk, sum hava aðrar trupulleikar at dragast við.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at tey eru undir stórum trýsti, tí tað er so stórt trot á bústøðum í Suðurstreymoy.

Men tað er eisini ein trupulleiki, at mørkini ímillum ábyrgdina hjá kommununum, og ábyrgdina hjá Landinum, eru ógreiðum. Ein orsøk til tað er, at tilboðini til fólk skulu vera alsamt fjølbroyttari og tí er ikki altíð greitt, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum.

Men hon leggur aftur at, at ætlanin er ikki at seta sparingar í verk á økinum.