Nógv minni áhugi fyri at koma heim til Føroya at halda jól

– Og føroyingar halda seg eisini heima á jólum, og fara ikki uttanlands

Tað er nógv minni áhugi hjá føroyskum útisetum, og øðrum, at koma heim til Føroya á jólum. Vanliga hevur Atlantsflog ongantíð so nógv at gera sum upp undir jól við at flyta jólagestir ímillum útlandið og Føroya og tað er ikki óvanligt, at tað koma eini 4.000 – 5.000 fólk heim til Føroyar at halda jól.

Men Johanna á Bergi, stjóri á Atlantsflogi, sigur, at soleiðis verður ikki í ár, tí á jólum í ár er ferðingarhugurin nógv minni enn hann plagar at vera.

– Sum heild hava vit mist helvtina av ferðafólkunum í ár afturímóti tí, vit plaga at hava, og eg vænti, at myndin verður tann sama um jólini, sigur hon.

Tað merkir, har Atlantsflog plaga at føra yvir 4.000 til Føroya at halda jól, er ikki væntandi at tað vera eini 2.000 fólk, sum koma heim í ár.

Hinvegin er tað heldur ikki sørt av føroyingum, sum plagar at fara uttanlands at halda jól, men í Atlantsflog sigur, at í ár eru tað munandi færri, sum taka av tí møguleikanum.

– Løgmaður hevur mælt frá, at vit fara at ferðast uttanlands, og tað er helst nakað, fólk hugsa um, og harafturat er støðan ikki so góð í Danmark, sigur Jóhanna á Bergi

Tey siga eisini, at tað vísir seg, at fólk bíleggja ikki ferðaseðil fyrr enn í síðstu løtu. Tað ger seg eisini galdandi, at fyrr var tað rættiliga stórur munur á prísunum á ferðaseðlum, har teir, sum vórðu bílagdir í góðari tíð vóru rættiliga bíligir aftur ímóti hinum, men soleiðis er ikki longur og tí bíða fólk sum longst, serliga tí óvissan er so stór.

Fram til 16 desember flýgur Atlantsflog eina ferð um dagin til Keypmannahavn, men so fara tey upp á tveir tríggjar túrar um dagin - og onkran dagin eisini fýra ferðir. Og umframt at flúgva upp á Keypmannahavn, flúgva tey eisini til Billund og Aalborg.

Men Jóhanna á Bergi sigur, tey hava nokk av flogførum, so skuldi áhugin fyri at koma til Føroyar, vaksið, er skjótt hjá teimum at flúgva fleiri túrar. Tað skal ikki stranda upp á Atlantsflog, sigur hon.

Norrøna siglur eisini ímillum Danmark og Føroyar, men hon fer á beding 19. desember, men annars siga tey á Smyril Line, at tað er ikki nevnivert av ferðafólki, sum hevur keypt sær ferðaseðil.