Er Nólsoy eitt gott dømi um samanlegging?

Myndin av havnalagnum í Nólsoy, sum Jógvan Thomsen hevur lagt út á netið í kvøld, fær tankarnar at reika.

Jógvan Thomsen, sum er nólsoyingur og stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum, var eisini seinasti borgarstjóri í Nólsoyar kommunu, áðrenn kommunan varð løgd saman við Tórshavnar kommunu. 

 

Í kvøld hevur Jógvan lagt nakrar serstaka vakrar myndir út á facebook-síðuna - Nólsoy í myndum - sum hann hevur tikið í góðverðrinum í kvøld. Ikki minst myndin av bátunum við bátabrúgvarnar er vøkur og hugnalig.

 

Tú fert at hugsa um tíðina, tá nólsoyingar áttu og róku fleiri størri útróðrarbátar, eitt nú Sævarenni, Oyggjarmúla, Perlu, Kálaberg, Eystfelli og Hólmasund, tó ikki allar um somu tíð.

 

Tá árstíðin var til tað, og líkindini lagaðu seg væl, var eisini smábátaútróður. Fitt av fiski kundi koma upp á land, og saltfiskaarbeiði var í báðum fiskakjallarunum, sum eg minnist í Nólsoy í mínari tíð.

 

Hetta var alt, áðrenn nólsoyingar fóru at byggja sær flakavirkið, sum eg meini læt upp í 1979, og hetta var alt, meðan nólsoyingar enn ikki høvdu eitt havnalag, har bátar lógu tryggir við bryggjuna í uppgangi á vetrardegi.

 

Tað skerst ikki burtur, at nógv er gjørt í Nólsoy seinnu árini og eisini síðan samanleggingina við Tórshavnar kommunu. Alt hevur ikki sínar røtur í sjálvari samanleggingini, men ivaleyst man ein partur kunna skrivast samanleggingini til.

 

Soleiðis, sum viðhefta mynd hjá Jógvani Thomsen vísir, liggja bátarnir við frálíku brúgvarnar, tó at vit eru komin væl út í desember, og veturin stundar til.

 

Í sínari tíð, tá nevndu útróðrarbátar egndu og róðu út úr Nólsoy, varð neyðugt at fara av bygdini við bátunum, um hann øtlaði veðrið á vetrardegi, tí liggjandi var ikki við havnalagið í Nólsoy. 

 

Lítil ivi man vera um, at fysisku karmarnir í Nólsoy eru nógv betraðir seinnu árini - uttan, at vit her skulu taka støðu til, um tað hevur verið fyrimunur ella vansi, at samanleggingin við Tórshavnar kommunu varð framd.

 

Ivaleyst duga nólsoyingar bæði at síggja fyrimunir - men eisini vansar - við at vera partur av Føroya størstu kommunu.