Nógvir bátar við í vatnkrígnum í Klaksvík

Í kvøld var tað stóra vatnkríggið á Sjómannadegnum í Klaksvík. Bæði børn og vaksin, bátar, skip, sløkkilið og bjargingarfeløg ymsastaðni úr landinum tóku lut

Sjóverjuskipið Brimil, Hans á Bakka, Ågot, Núpur og fleiri onnur skip og bátar vóru við í vatnkrígnum. Eisini Samson hjá Mest í Havn og báturin hjá Norðoya Bjargingarfelag, Ziska, vóru við í vatnkrígnum.

Fleiri sløkkiliðsbilar vóru eisini við. Børn og vaksin stuttleikaðu sær óført at sproyta vatn á hvønn annað, og helst vóru nógvir karmar aftaná.

Sí fleiri myndir her.

##ms##