Nógvir smáskaðar í gjár og í nátt

Nógv fólk, og nógvir bilar vóru í býnum, og tað merktist hjá løgregluni

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum ymsastaðni, bæði í gjár og í nátt. Í gjár vórðu jólatrøð tendrað ymsastaðni, og í nátt hava nógv jólaborðhald verið, og alt tað sæst aftur hjá løgregluni.

Løgreglan sigur, at gjár varð boðað frá fleiri parkeringsóhappum, har bilar, hava borið við aðrar bilar, ella við skelti.

Skaðarnir eru smáir, og høvuðsuppgávan hjá løgregluni í slíkum føri, hevur verið at seta tann, sum hevur fingið skaða á ein bil, og tann, sum hevur elvt til skaða, í samband við hvønn annan, so at tey fáa avgreitt viðurskiftini sínamillum, og við tryggingina.

Í gjárkvøldið og í nátt hevur tað eisini verið hált, og tískil vóru boð ofta eftir sjúkrabili at fara eftir fólki, sum vóru gliðin í hálkuni, og hava smekkað seg í.

Annars hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna, serliga fyri at kanna eftir um bilførarar vóru edrúir og tað vóru teir. Tað einasta, løgreglan kom fram á, var ein, sum er skuldsettur fyri at koyra prutl við kenning.