Nógvur línufiskur í næstu viku

Streymurin verður rímiliga harður, men væntandi verður veðrið hampiligt.

 

Á Fiskamarknaði Føroya rokna tey við nógvum línufiski í næstu viku.

- Trý ísfiskalínuskip koma inn at landa mánadagin, og síðan koma fleiri, sum næsta vika gongur. Línuskipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu, brosmu og svartkalva.

Umframt ísfiskalínuskip, eru eisini fýra frystilínuskip í løtuni til fiskiskap undir Føroyum, og eitt frystilínuskip fiskar í íslendskum sjógvi.

Streymurin verður rímiliga harður í næstu viku, men væntandi verður veðrið hampiligt, tó ikki fyrst í vikuni.

- Tað verður neyvan nógvur útróður, men nakað verður. Útróðrarbátarnir fáa stórt sæð bara tosk og hýsu, og fiskiskapurin er góður, serliga við línu, verður lagt aftrat.