Vil hava Helga at avmarka nýtsluna av plasti

Og nú skal hann greiða frá, hvat hann ætlar at gera fyri avmarka nýtsluna av plasti í Føroyum

Tað er neyðugt at seta fleiri tiltøk í verk fyri at minka um ovurnýysluna av plasti í Føroyum. 

Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Og nú vil hon hava Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvismálum, at greiða frá, hvat hann ætlar at gera fyri at minka um nýtsluna av plasti.

Hon vísir á, at í vár gjørdi Umhvørvisstovan mælti Umhvørvisstovan til at seta 11 ávís tiltøk í verk fyri at avmarka plastdálkingina í náttúruni, og fyri at tryggja, at plast verður burturbeint á rættan hátt.

Og nú skal Helgi abrahamsen so greiða frá, um hann ætlar at seta nøkur av hesum tiltøkunum í verk, og hvørji hann ætlar at seta í verk.

Landsstýrismaðurin skal eisini gera greitt um hann ætlar at fylgja samtyktini hjá ES um at minka plastdálkingina. Eitt nú ætlar ES, at í 2021 skal tað verða bannað at brúka einnýtisplast.

Tey 11 tilmælini frá Umhvørvisstovuni, eru:

1: Víðka pantskipanina fyri einnýtisíløt úr plasti.

2: Økja endurnýtslu av plasti frá bæði vinnu og húsarhaldum.

3: Gera virkisætlanir fyri at økja endurnýtslu og minka dálking við plasti frá ídnaði, landbúnaði, fiskivinnu og ferðavinnu o.ø.

4: Upplýsing til borgaran um plast.

5: Minka nýtsluna av beriposum úr plasti.

6: Forboð fyri høglskálum úr plasti.

7: Banna ella avmarka nýtsluna av einnýtis borðbúnaði o.ø. úr plasti, eitt nú knívum, gaflum, skeiðum, tallerkum, súgvirørrum, vattpinnum og pinnum til ballónir.

8: Forboð fyri smyrsli o.ø., sum hava mikroplast í sær.

9: Kunngerð um graslíkisvøllir.

10: Stuðulsskipan til havnir/skip, ið taka ímóti burturkasti, sum er tikið upp úr sjónum.

11: Loysn á dálking við spreingileidningum.