Nólsoyar-Páll var ein banditt

– Myndin av Nólsoyar-Páll sum ein tjóðarhetja er ein myta. Hann var tað, sum vit fyrr søgdu, ein banditt, sigur Rolf Guttesen, lektari í geografi, og sum í 35 ár undirvísti á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Niðurstøðuna er hann komin til eftir at hava granskað í gomlum skjølum

Rolf Guttesen hevur skrivað bók um nólsoyingin Poul P. Nolsøe. Her vitjar hann í Nólsoy. Mynd: Privat

Rolf Guttesen hevur skrivað bók um nólsoyingin Poul P. Nolsøe. Her vitjar hann í Nólsoy. Mynd: Privat

Rolf Guttesen kemur í komandi viku út við nýggjari bók, sum hann kallar “Poul P. Nolsøe – Skúmisleiv og Tjóðarhetja”. Við 496 blaðsíðum ger hann upp við myndina, ið flestu søgubøkur og annað tilfar, sum er komið út um Nólsoyar-Páll, hevur av frælsismanni og tjóðarhetju føroyinganna.

– Hann er vorðin umgyrdur av mytum. Hann fírdi heldur ikki fyri at fara lætt um lógir og avtalur. Eg havi leitað fram gomul skjøl, sum prógva, at hann tókst við smugling, samstundis sum hann legði aðrar undir at smugla, sigur rithøvundurin.

Grópað í gomlum skjølum

Síðani hann varð pensjóneraður fyri nøkrum árum síðani, hevur Rolf Guttesen, sum býr í Hvalsø í Sælandi í Danmark, nýtt nógva tíð í ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn, á landsskjalasavninum í Viborg eins og á landsskjalasavninum í Havn fyri at leita eftir tilfari um Nólsoyar-Páll. Har hevur hann funnið fram til nógv tilfar, sum ikki hevur verið alment kent áður. Tað hevur hann nú givið út í bók.

– Mítt ynski er ikki at niðurgera Poul P. Nolsøe. Eg ynski bara at fáa tað fram, ið er veruleiki. Tað ganga so nógvar søgur og mytur um Nólsoyar-Páll, men nógvar av teimum hava ikki hald í veruleikanum. Eg vil bara nærkast sannleikanum. Tað, sum eg beri fram, kann skjalfestast, sigur Rolf Guttesen.

##med2##

Lesið alla samrøðuna við Rolf Guttesen í vikuskiftissosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.

Rolf Guttesen hevur skrivað bók um nólsoyingin Poul P. Nolsøe. Her vitjar hann í Nólsoy. Mynd: Privat

Standmyndin av Nólsoyar-Pálli í Vágsbotni í Havn, sum Hans Pauli Olsen, listamaður, hevur gjørt (Mynd: Álvur Haraldsen)