Nonnurnar vóru góðar at búgva hjá

Í hesum partinum av Siðsøguni í Sosialuin hetta vikuskiftið greiðir Anna hjá Johan Poulsen frá, tá ið hon 12 ára gomul fór til Havnar at ganga í realskúla, og hon búði hjá nonnunum.

– Her var gott at vera, men tað varð væl ansað eftir gentunum. Tær skuldu vera inni tíðliga á kvøldi. Tað var ein eitt sindur eldri genta, sum hevði ein drong í býnum. Tær plagdu at smugla hana út á kvøldi og so inn aftur seinni. Hetta kom sjálvsagt fyri ein dag, og gentan slapp ikki at halda fram.

##med2##

Eisini er seinni partur av grein, sum Johan Poulsen skrivaði um fosturverpápan Jógvan Poulsen.  

Blaðið fæst í leysasølu kring landið og kann eisini keypast í talgildari útgávu á www.sos.fo