Ein bjargingarmaður leitar og spælir ljóðband í frumskóginum í Malaysia. Mynd: Fazry Ismail/EPA.

"Nora, eg elski teg. Mamma er her..."

Í fleiri dagar hevur verið leitað eftir einari 15 ára gamlari gentu úr London, sum saman við familju síni var og ferðaðist í Malaysia.

 

Ein bjargingarmaður leitar og spælir ljóðband í frumskóginum í Malaysia. Mynd: Fazry Ismail/EPA.

 

Seinasta sunnumorgun var ein 15 ára gomul genta úr London, Nora Quoirin, sum var á einari familjuferð í Malaysia, horvin úr hotelkamari sínum, og síðan henda dag hevur dúgliga verið leitað eftir gentuni, tó uttan úrslit.

Sambært The Guardian vóru tað foreldur hennara, sum komu eftir, at gentan var horvin, og at vindeygað í kamaranum stóð opið. Fleiri enn 200 fólk hava seinastu dagarnar leitað, og leitað hevur verið bæði dag og nátt.

Í royndini at finna Noru Quoirin hava tey, sum leita, eitt ljóðband við sær, sum spælt verður í frumskóginum, ið liggur tætt við, har gentan hvarv. Í hátalaranum er tað mamma gentuna sum sigur: "Nora, eg elski teg. Mamma er her..."

BBC endurgevur malaysisku avísina, The New Straits Times, fyri at siga, at meðan leitað verður, vera bæði ljóðbrot við mammuni og øðrum í familjuni spæld í hátalara. Vónin er, at gentan hoyrir ljóðini.

Løgreglan í økinum stúrir fyri, at gentan, sum saman við familju síni búði á hotelli í frítíðarøki, er vilst í umhvørvinum. Hinvegin stúrir familjan fyri, at eitt hvørt kriminelt er hent Noru Quoirin.

Frítíðarøkið liggur lutfalsliga nær við høvuðsstaðin í Malaysia, Kuala Lumpur.

Stjórin í "Lucie Blackman Trust", Matthew Searle, sum hjálpit bretskum familjum, sum sakna fólk í útlandinum, sigur við VG, at hann ikki dugir at siga, hvat kann vera hent, men eisini hann stúrir fyri, at eitt hvørt kriminelt er farið fram.

##med2##

Familjan hjá Noru Quoirin heldur tað vera óhugsandi, at 15 ára gamla gentan er rýmd úr hotellkamarinum av sær sjálvari, tí Nora Quoirin hevur serstakar avbjóðingar, og hon er eisini smæðin. Tey halda, at hendingin er serstakliga "mystisk", sum tey taka til.

Ein bjargingarmaður leitar og spælir ljóðband í frumskóginum í Malaysia. Mynd: Fazry Ismail/EPA.