Norðhavssild norðanfyri og eystanfyri

Norðhavssildin er mest at síggja norðanfyri Føroyar og nakað er eystanfyri. Hetta vísti kanning, ið Magnus Heinason hevur gjørt

Norðhavssildin var mest at síggja norðan fyri 63° 30' N, men nakað av heystgýtandi sild var at síggja eystan fyri Føroyar. 

Mánadagin 11. mai kom Magnus Heinason aftur av altjóða ICES felagskanning av sild og svartkjafti norðan fyri Føroyar. Norðhavssildin í føroyska kanningarøkinum er sum heild gomul, og størsti parturin av sildini er 10 ár og eldri. Tó er 2013 árgangurin hampiliga stórur og var eisini at síggja norðanfyri. Í landnyrðingshorninum av føroyska kanningarøkinum var nógv 4-ára gomul sild at fáa, og er tað tekin um, at 2016 árgangurin, sum sær út til at vera góður, er við at leggjast afturat vaksna stovninum.

Lítið var at síggja av svartkjafti í ár. Tað var bara heilt sunnast í kanningarøkinum, at svartkjaftur varð skrásettur. Svartkjafturin var at síggja eystan fyri Føroyar og framvið hellingini norðanfyri, umframt við Íslandsryggin.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi. Hini skipini eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum. Samlaða nøgdin av norðhavssild, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi um hálvan juni.