Norðmaður vann 443 miljónir

- Hetta er met í lotto-spæli í Noregi, sigur Norsk Tipping, sum enn ikki hevur fingið samband við hepna vinnaran.

 

Norsk Tipping veit í kvøld at siga, at ein norðmaður í kvøld hevur vunnið 443,9 miljónir norskar krónur.

Maðurin fekk tað, sum kallast 5 + 2 røtt í Eurojackpot, og hetta er sambært VG í kvøld norskt met í lotto-spæli.

Á myndini er tað Pernille Storholm Skaret, sum fekk heiðurin at bera boðini um stóra vinningin.

Tá VG seint í kvøld var í samband við Norsk Tipping, høvdu tey enn ikki fingið fatur á hepna vinnaranum av mongu miljónunum.