Norðoya Sparikassi er stóri lokali sponsorurin hjá Summarfestivalinum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Marner Mortensen, stjóra og Ann Stauss, marknaðarfólk hjá Norðoya Sparikassa

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

##med2##

Lokali peningastovnurin í Norðoyggjum er Norðoya Sparikassa, og liggur høvuðsdeildin hjá Norðoya Sparikassa beint við Summarfestivalsøkið í Vágsbøi í hjartanum av Klaksvík.

Seinnapartin hitti reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig eisini Marner Mortensen, stjóra og Ann Stauss frá marknaðardeildini hjá Norðoya Sparikassa.

Norðoya Sparikassi er tann stóri lokali sponsorurin hjá Summarfestivalinum, og tey eru eisini sjónlig á Summarfestivalinum við Silvalandinum.

Samrøðan við Marner Mortensen og Ann Stauss snúði seg eisini um hvussu tey uppliva Summarfestivalin sum brúkarar.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Marner Mortensen og Ann Stauss inni í høvuðsbygninginum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík fyrr í dag.

##med3##

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

(Summarfestivalssamrøða við Marner Mortensen og Ann Stauss frá Norðoya Sparikassa)