Norðoya Sparikassi fingið nýggjan nevndarformann

Árligi umboðsráðsfundurin hjá Norðoya Sparikassa var í gjár, og har varð Símun Absalonsen valdur í nevndina, og hann varð eisini valdur sum formaður

Í fundinum var ársfrásøgnin fyri 2019 løgd fram og góðkend.

Nevndarval var eisini á skránni. Karl Heri Joensen og Frimodt Rasmussen stóðu fyri vali og báðir vórðu afturvaldir. John P. Danielsen fór úr nevndini vegna aldur sambært viðtøkum sparikassans, og Jóannes Hansen ynskti at taka seg úr nevndini. Harafturat fór Eyðun Kjølbro úr nevndini fyrr í ár, skrivar sparikassin á heimasíðuni.

Nýggju nevndarlimir eru Símun Absalonsen, Rúni Heinesen og Jóanis Erik Køtlum.

Umframt umboðsráðsvaldu nevndarlimirnar hevur sparikassin trý starvsfólkavald umboð, sum stóðu fyri vali í ár. Janus Joensen tók ikki við afturvali og Jørmund Foldbo er nýtt starvsfólkavalt umboð. 

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Símuni Absalonsen sum formanni og Jóanisi Erik Køtlum sum næstformanni.

Í nevndini sita nú:

Símun Absalonsen, formaður

Jóanes Erik Køtlum, næstformaður

Karl Heri Joensen, nevndarlimur

Frimodt Rasmussen, nevndarlimur

Súsanna Olsen, nevndarlimur

Rúni Heinesen, nevndarlimur

Guðrið Lava Olsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur

Tummas Martin Sólsker, starvsfólkavaldur nevndarlimur

Jørmund Foldbo, starvsfólkavaldur nevndarlimur