Norðoyatunnilin steingir

Í sambandi við at J.K. Petersen skal spreingja, nú nýtt vinnuøkið á 15.000 fermetrar skal gerast sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík, verður Norðoyatunnilin stongdur í styttri tíðarskeið

Ferðslan í Norðoyatunlinum verður órógvað í styttri tíðarbilum frá í dag og nakað fram. Stongt verður, meðan sprongt verður. 

Væntað verður, at tunnilin steingir í umleið 10 minuttir undir hvørjari spreinging. Roknast skal við, at hetta fer at endurtaka seg umleið 25 ferðir næstu tíðina, skrivar Klaksvíkar kommuna.