Noreg fer at spæla heimadyst í Spania 27. mars

Ótrygga støðan kring Koronu ger, at norska fótbóltssambandið hevur lagt heimadystin móti Turkalandi í Malaga í Spania

Ståle Solbakken fær sín fyrsta heimadyst við Noregi í einari undankapping í Malaga í Spania

Ståle Solbakken fær sín fyrsta heimadyst við Noregi í einari undankapping í Malaga í Spania

24. mars byrjar norska fótbóltslandsliðið sína HM-undankapping í undanbólki G.

Tá spæla norðmenn á útivølli móti Gibraltar. Nakrar dagar undan dystinum fer norska fótbóltslandsliðið at møtast í Marbella í Spania, og har vera teir aftur nakrar dagar tí teir fara at spæla sín heimadyst móti Turklandi 27. mars í Malaga.

Tað er ótrygga støðan við Koronu sum ger, at norska fótbóltssambandið hevur tikið hesa støðu. Aftaná dystin móti Turkalandi ferðast norðmenn til Montenegro at spæla tann triðja HM-undankappingardystin innan seks dagar.

Norska fótbóltssambandið sigur, at strongu reglarnir at sleppa inn til Noregs hava fingið teir at taka avgerðina at spæla móti Turkalandi í Malaga. Tey harmast um, at norska landsliðið ikki verður á sínum vanliga heimavølli í Ullevaal í Oslo, men tey vísa á, at norsk landslið eru væl kend við Marbella Sport Center, og tí er tað ikki eitt ókent stað sum verður basi hjá norðmonnum hesar dagarnar.

Bersøgni fótbóltsviðmerkjarin hjá norska TV2, Jesper Mathisen heldur, at tað er eitt sjálvmál at lata heimavøllin frá sær ímóti einum so sterkum landsliði sum Turkalandi: - Hetta er neiligt fyri møguleikarnar hjá Noregi at vera noyddur at spæla á einum uttanveltaðum vølli. Noreg hevur gott sjálvsálit á Ullevaal leikvøllinum, og har hevur Solbakken havt ætlanir um at hava ein sterkan skansa. Nú byrjar Solbakken í veruleikanum við trimum dystum á útivølli, sigur Jesper Mathisen við norska TV2. 

Sjálvur sigur norski landsliðsvenjarin, Ståle Solbakken við norska TV2, at hann hevur vita um vandan at skula spæla móti Turkalandi á uttanveltaðum vølli í fleiri vikur nú, og tí hevur hann valt ikki at lata tað órógva hansara fyrireikingar til teir tríggjar HM-undankappingardystirnar.

Noreg er komin í sterkan undanbólk. Har eru Niðurlond, Turkaland og Montenegro sum eru sterk mótstøðulið. Veikaru mótstøðuliðini eru Lettland og serliga Gibraltar. 

 

 

 

 

 

Ståle Solbakken fær sín fyrsta heimadyst við Noregi í einari undankapping í Malaga í Spania