Noreg hevði 900 nýggjar tilburðir

Nú er samlaða talið av koronu-tilburðum í Noregi farið upp um 100.000.

 

Seinasta samdøgur hevði Noreg 900 nýggjar smittutilburðir við covid-19, og hetta eru 327 tilburðir fleiri enn samdøgnið fyri - men 169 færri enn sama samdøgur fyri einari viku síðan.

Samstundis, sum Noreg nú um midnáttarleitið almannakunngjørdi seinastu koronu-tølini, gjørdist eisini greitt, at samlaða talið av tilburðum í Noregi nú er farið upp um 100.000.

Um midnáttarleitið norska tíð í kvøld hevði Noreg skrásett tilsamans 100.149 tilburðir við covid-19, síðan fyrsti tilburðurin varð staðfestur í landinum í februar mánaði í fjør.

Seinastu sjey dagarnar hevur Noreg skrásett tilsamans 4.941 nýggjar smittutilburðir, og samlaða talið av koronu-royndum er nú komið upp á 4,7 miljónir.

Tilsamans hava 705.835 fólk í Noregi fingið fyrru koppseting, og 284.767 hava fingið báðar koppsetingarnar.

Í dag lógu 296 fólk við koronu á norskum sjúkrahúsum, og tað er á leið sama tal, sum í gjár. 677 fólk, sum høvdu korotu-smittu í Noregi, eru deyð.